Tiltøk
Boksing í SMS
Stórt boksitiltak verður í SMS leygardagin 15. apríl frá kl. 10 til 16.
Boksifelagið Tórshavn Boksing skipar fyri tiltaki á Torginum leygardagin. Skipað verður fyri sýningardystum í einum boksiringi. Dystirnir eru millum íðkarar úr feløgum í Føroyum.
Fýra dystir verða henda dagin millum:
Tórshavn Boksing:
Jonathan Malaikev vs. Teit Annand
David Kunoy vs. Magna Vang
Tórshavn – Klaksvík:
Karstin Ljosstein vs. Leiv Fonn
Heri Ziskasson vs. Rók Fonn
David Kunoy og Heri Ziskasson hava júst vunnið heiðursmerki í donsku sælandsmeistarakappingini, og til ber at heilsa upp á dreingirnar.
Eisini verður stórt tombola á skránni, og til ber at keypa t-shirts og hettutroyggjur við búmerkinum hjá Tórshavn Boksing.
Síggjast í SMS!