Tíðindi
Dinosaurarnir takka fyri seg
Dinoland hevur verið á Torginum í SMS í tveir mánaðar, men nú takka stóru dinosaurarnir fyri seg.
Teir hava veruliga hugna sær saman við børnunum í Føroyum. Børnini hava nevnliga verið sera røsk at vitja mongu dinosaurarnar í Dinolandinum, og eru vit sera fegin um tað.
Eisini hava fleiri luttikið í dinoprofessara-kappingini um SMS-gávukort, har tey hava svarað ymsum spurningum um dinosaurar og soleiðis eisini lært meira um dinosaurar og hvørjar hesar loyndarfullu verurar einaferð vóru.
Børn í Føroyum kunnu nú gleða seg til næsta stóra spælilandi í SMS – nevnliga árliga jólabýin, ið føroysk børn eisini eru sera røsk at vitja.