Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 19.00
Miklagarður
09.00 - 19.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by
Rit & Rák

2. HÆDD

Tel: 60 30 30
Facebook
Instagram
Heimasíða

Mánadag - hósdag
10.00 - 18.00

Fríggjadag
10.00 - 19.00

Leygardag
10.00 - 18.00

Sunnudag
Stongt

Døturnar yvirtaka bøkurnar

Sóleyð Hansen og Rakul Árting / Rit & Rák

Allar fimm døturnar hjá Kára Árting hava arbeitt í bókhandlinum hjá honum. Tvær teirra fara nú at yvirtaka handilin

Í mong ár hevur Kári Árting rikið bókhandil í SMS. Nú er royndi bókhandlarin í Rit & Rák farin at fyrireika eitt ættarliðsskifti. Tað liggur nevniliga í kortunum, at tvær av døtrum hansara, Sóleyð Hansen og Rakul Árting, yvirtaka handilin. Eftir aðalfundin fyrst í komandi ári verður greitt, hvussu skiftið verður.

Tað verður neyvan ein kollveltandi broyting, tí Sóleyð og Rakul hava átikið sær alsamt størri part av dagliga rakstrinum. 44 ára gamla Sóleyð er dagligur leiðari í Rit & Rák, og 34 ára gamla Rakul er tann roynda alt-møguligt-kvinnan, sum kennir hvønn krók í handlinum.

Burtur í 20 ár

Kári hevur fimm døtur. Allar eru vaksnar upp við bókhandlinum og hava starvast har eftir skúlatíð. Eisini Sóleyð. Seinni fór hon í bankalæru og var heilt burtur frá bókhandlaraverðini í 20 ár. Í 2021 segði hon bankastarvið frá sær og bleiv dagligur leiðari í Rit & Rák.

-Vit hava onkuntíð tosað um, at eg skuldi gerast partur av handlinum. Og nú var eg til reiðar, sigur Sóleyð.

Rakul hevur útbúgving sum bókhandlari og var bara 13 ár, tá hon fekk sín fyrsta lønarseðil í bókhandlinum. Hesi jólini stóð hon uttan fyri handilin og pakkaði gávur inn. Síðani fekk hon aðrar uppgávur og lærdi allar partarnar av handlinum at kenna. Men hon hugsaði avgjørt ikki tá, at hetta skuldi vera hennara lívsstarv.

-Nei, faktisk ikki. Eg havi altíð sagt, at tað verður tað ikki. Men eg veit ikki…eg endi allatíðina aftur her. Hetta er eitt heilt serligt umhvørvi – kundarnir, handilin, ja alt arbeiðið her. Tú hittir nógv fólk og upplivir nakað nýtt hvønn dag, greiðir Rakul frá.

Er bókin deyð?

Er tað ikki í so djarvt at satsa upp á ein bókhandil, nú tú kanst fáa alt á netinum – ljóðbøkur, e-bøkur og Kindle?

Tøknin og pappírsbøkurnar liva fínt lið um lið.

-Tað hevur verið spátt síðan 1990´ini, at bókin skuldi doyggja, men vit selja fleiri bøkur í dag enn í 1990, sigur Kári.

Tøknin hevur stimbrað lesihugin og forvitnið eftir bókum, halda tey. 

-Fólk taka avgjørt e-bøkurnar og tøknina til sín, men vilja eisini lesa eina vanliga bók viðhvørt. Tey blanda tingini og velja ikki bara eina loysn, sigur Sóleyð.

Tað kemur javnan fyri, at fólk hava lurtað eftir einari ljóðbók og koma inn í handilin at keypa hana aftaná, tí tey vilja lesa hana. Eisini ungdómurin vil hava vanligar bøkur.

-Stórur partur av teimum lesandi vil hava pappírsbøkur, tí tær geva betri yvirlit yvir pensumið enn ein e-bók. Tá ið teldan er sløkt, er bókin burtur. Í fysisku bókini kanst tú blaða, og tú sært, hvar tú ert komin til, sigur Kári.

Sosialir miðlar kunnu vera ein kappingarneyti, men so sanniliga eisini ein kveikjari. Til dømis hevur TikTok-appin ein undirpall, BookTok, sum hevur stórt fokus á bøkur, skaldskap, ummæli og bókakjak, og her er tað pappírsbókin, sum vanliga er í fokus, sigur Sóleyð. 

BookTok vendir sær serliga til tey ungu og er tí eitt av hentu amboðunum til at síggja, hvat rørir seg millum yngru lesararnir. Í Rit & Rák brúka tey eisini bókamessur, aðrar sosialar miðlar, heimasíður og tíðindabrøv til at kanna tað nýggjasta innan bøkur. Harumframt kemur íblásturin frá kundum, sum koma inn at spyrja eftir ymiskum bókum.

Yndisbøkurnar

Kári, Rakul og Sóleyð hava ikki somu bøkur á náttborðinum. Lesihugurin spennir víða – frá fantasy til franskar skaldsøgur og víðari til føroyskar yrkingar

Rakul er mest til fantasy.

-Eg lesi til reint undirhald. Hjá mær er tað framvegis Harry Potter, sum liggur nummar eitt, sigur Rakul og viðgongur, at hon hevur lisið Potter-bøkurnar fleiri ferðir.

Stórasysti er als ikki har.

-Eg havi lisið fýra síður av Harry Potter. Tað sigur mær null, flennur Sóleyð. Sjálv er hon í løtuni hugtikin av m.a. franska høvundinum, Valérie Perrin, ið er vorðin kend við bókunum Vand til blomster og Tre (á fronskum Changer l´eau des fleurs og Trois). 

Skal tað vera føroyskt, er Sólrun Michelsen eitt gott boð. 

-Hon hevur ein lættleika í skriviháttinum, sum ger føroyska málið lætt at lesa. Hon dugir nakað, sum trendar úti í stóru verð í løtuni, sigur Sóleyð.

Eisini fantasy-fjepparin Rakul finnur gott tilfar á føroyskum og nevnir ungdómsbøkurnar hjá Elini Michelsen. 

-Bøkurnar eru sera væl skrivaðar og kunnu avgjørt viðmælast. Elin dugir væl at skapa eina góða verð, sum er áhugaverd, og bøkurnar eru lættar at lesa, sigur Rakul.

Systrarnar halda, at pápin helst er tann, sum hevur mest fjølbroyttu lesivanarnar. 

-Eg lesi alt møguligt. Nógvar føroyskar bøkur, men eisini danskar og enskar, sigur Kári. Yrkingar dámar honum væl, og ein av hansara yndisyrkjarum er Jóanes Nielsen.

Ábyrgd fyri føroysku bókunum

Kári hevur altíð havt eitt bankandi hjarta fyri føroysku bókunum, og døturnar eru púra samdar. Rit & Rák keypir allar føroyskar bøkur inn, sum koma á marknaðin. 

-Tá ið tú arbeiðir her, setir tað seg ordiliga fast. Tú kennir eina ábyrgd fyri tí føroyska, sigur Sóleyð.

-Tað er fantastiskt, at so nógvar føroyskar bøkur verða givnar út. Men um vit onki gera, kemur so nakað út um nøkur ár, sigur Rakul. 

Fleiri túsund vørur

At reka ein nýmótans bókhandil krevur nógv av leiðslu og starvsfólkum.  

-Vit hava umleið 8.000 ymiskar vørur. Tað koma útvið 200 nýggjar føroyskar bøkur út árliga, og nógvar túsund á donskum og enskum. So bara innan bøkur er ein ørgrynna at seta seg inn í. Og so koma kontórvørurnar og alt hitt aftrat, sigur Kári.

Sóleyð vísir á, at fyri hana sum leiðara hevur tað stóran týdning, at bókhandlarayrkið – ja handilsyrkið sum heild – verður virt. Tað er sera umráðandi, at starvsfólkini trívast, og at tað ber til at hava ein gerandisdag sum handilsfólk. 

Í Rit & Rák leggja tey stóran dent á at byggja upp og viðlíkahalda førleikarnar hjá starvsfólkunum, og Sóleyð heldur, at tey hava ein ómetaliga dugnaligan og kompetentan starvsfólkahóp.

Dagliga samskiftið við kundarnar er tað, sum Rakul, Kári og Sóleyð halda vera tað mest spennandi og umráðandi við starvinum. Kundin hevur alt at siga og skal hava eina góða uppliving hvørja einastu ferð, hann vitjar handilin. Spyrja kundar eftir bókum, sum Rit & Rák ikki hevur, verða tær bílagdar heim.

Handilin skal altíð vera innbjóðandi at vitja. Rakul og Sóleyð gera nógv burturúr uppsetingunum, og at vørurnar eru klárar, tá ið fólk spyrja eftir teimum. Hetta krevur góða planlegging, og at tú altíð ert eitt stig frammanfyri, soleiðis at skúlataskurnar standa klárar til skúlabyrjan, jólavøran er klár til jólini, og páskapyntið er frammi, tá ið páskirnar nærkast.

Kjak

Hóast tey eru familja – ella kanska júst tí – kunnu Rakul, Sóleyð og Kári saktans vera ósamd.

-Onkuntíð kann hetta vera sum at koma inn á eina italska matstovu, sigur Rakul skemtandi.

Kjakini kunnu bæði hava sín uppruna í systkinadynamikkinum og í, at kvinnuligu og mannligu eyguni síggja tingini ymiskt.

-Men tað hevur faktisk virkað yvirraskandi væl. Merkiliga væl, sigur Sóleyð. Eftir hennara tykki geva júst familjubondini ein dynamikk, sum ikki finst í øðrum størvum. Tað er víðari til veggja, og tú hevur stórt frælsi at siga tína hugsan. Hetta kann vera ein styrki sum familjufyritøka, heldur hon.

Hóast døturnar fara at yvirtaka handilin, hvørvur Kári ikki úr myndini. Hann fer framvegis at arbeiða í Rit & Rák, men fer meira at taka sær av ymiskum á skrivstovuni, meðan døturnar verða andlitini úteftir. 

Og okkurt bendir á, at hann longu er farin at njóta, at næsta ættarlið yvirtekur ábyrgdina av handlinum, tí í februar ætlar Kári niðan Kilimanjaro, sum er hægsta fjall i Afrika.