Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by
Elding SMS

3. HÆDD

Tel: 35 90 00
Facebook
Instagram
Heimasíða

Mánadag - hósdag
10.00 - 18.00

Fríggjadag
10.00 - 19.00

Leygardag
10.00 - 18.00

Sunnudag
Stongt

Elding aftur á gamlar gøtur

-Tað er sera spennandi at koma aftur í SMS. Hetta er mest vitjaða staðið í landinum og ein stórur kundaskari, sigur Levi Winther, virkisstjóri í Elding, sum hevur keypt Power

Í mars 1995 byrjaði Elding sítt virksemi í SMS, tá Majbritt E. Winther og Mads Andreas Winther stovnaðu handilin.
Tað var uppi á loftinum, har sum Power var. Ja,  um vit skulu vera heilt neyv, so er tað faktisk har, sum dustsúgvararnir hjá Power stóðu, sigur Levi Winther, virkisstjóri hjá Elding-handlunum.
Tað gjørdust í fyrstu atløgu bara tíggju ár í SMS. Elding fór út í 2005 og flutti inn í Miðlon. Nú nærum tvey áratíggju seinni er Elding aftur at síggja í SMS.

Elding hevur keypt Power, og hetta merkir, at handilin nú eitur Elding SMS.

Góður sýnisgluggi

Góða plaseringin í SMS er fremsta orsøkin til keypið.

-Vit keyptu Power fyri at koma nærri brúkaranum. Tað er ein prestiga at vera í SMS, tí hetta er mest vitjaða staðið í landinum og ein stórur kundaskari. Tí er tað bæði spennandi og mennandi at vera aftur, sigur Levi Winther og leggur aftrat, at við stóra kundagrundarlagnum er SMS ein sera góður sýnisgluggi fyri vørurnar hjá Elding.

Umframt Elding SMS eru Elding-handlar í Klaksvík og á Hoyvíksvegi í Havn. Ein Elding Business, sum hevur útgerð til vinnuna, er í Smiðjugerði í Havn, og ein er í Herning í Danmark. Haraftrat hevur Elding eisini ein nethandil, Elding Online.

Nýggj merki

Tá ið Elding yvirtók Power, fingu øll starvsfólkini tilboð um at halda fram í handlinum.

Onkrar broytingar vera gjørdar í sambandi við yvirtøkuna. Til dømis verður størri úrval av Miele-hvítvørum og Bose-merkinum at síggja í handlinum. Eisini verða merkini Sonos og Dyson, sum eru ávikavist hátalarar og dustsúgvarar, at fáa.

-Vit brenna fyri at geva eina enn betri handilsuppliving og at menna marknaðin, so vit kunnu bjóða Føroya fólki slóðbrótandi tøkni til gerandisdagin, sigur Levi.

Kappingin heldur fram

Ongum nýtist at óttast fyri, at keypið av Power fer at hava neiligar avleiðingar fyri kappingina á marknaðinum, tí nógvir handlar í Føroyum selja hvítvørur, teldur, telefonir, kaffimaskinur og líknandi, sigur Levi.
Handlar sum Elding kappast við nethandlar uttanlands, haðani føroyingar kunnu bíleggja sær vørur. Ein annar kappingarneyti eru tær vørurnar, sum føroyingar keypa á sínum uttanlandsferðum.

-Hetta ger, at vit altíð mugu hava kappingarførar prísir.

Eftir hansara tykki er tað bara ein fyrimunur fyri kundan, at Elding nú er vorðið størri.

-Meira volumu vit hava, betri møguleikar hava vit at keypa stórt inn og at halda lágan prís á vøruni, sigur Levi Winther, virkisstjóri í Elding-handlunum.

Í mars 1995 byrjaði Elding sítt virksemi í SMS, tá Majbritt E. Winther og Mads Andreas Winther stovnaðu handilin.