Tíðindi
Eletrikari til SMS samtakið
Hevur tú hug at starvast við rakstri av eltólum í Føroya størstu handilsfyritøku? SMS hevur seinastu árini víðkað um sítt virksemið til at umfata handlar og matstovur kring alt landið. Vit reka í dag sølumiðstøðirnar SMS og Miðlon, bakaríið Mylnan, Bónushandlarnar, Miklagarð, matarstøðini í SMS og Angus Steakhouse í Tórshavn og Klaksvík.
Talan er um eitt fjølbroytt starv, har tú verður partur av einum toymi, sum hevur ábyrgd av maskin- og elrakstrinum hjá SMS-samtakinum. Arbeiðið umfatar bæði størri og smærri el og maskintekniskar uppgávur umframt installasjón av nýggjum rakstrartólum – herundir køliskipanum. Tú kemur at arbeiða í einum toymi og saman við fleiri tekniskum veitarum til rakstrartól. Talan er um fulltíðarstarv, har ein partur av arbeiðinum eisini kann fara fram uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Vit ímynda okkum, at tú hevur elektrikara- ella aðra líknandi handverkaraútbúgving. Royndir innan køliskipanir er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Løn sambært avtalu.
Umsókn við prógvum, yrkisleið, royndum og viðkomandi skjølum skulu sendast við.
Um tú hevur spurningar til starv ella starvssetan, ert tú vælkomin at venda tær til Sáru Petersen á telefon 265176. Umsóknarfreistin er 15. februar 2022, og starvið verður sett frá 1. mars 2022 ella eftir avtalu.