Opið í dag 10.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
10.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by
Skilling

3. HÆDD

Tel: 31 56 56
Facebook
Instagram
Heimasíða

Mánadag - hósdag
10.00 - 18.00

Fríggjadag
10.00 - 19.00

Leygardag
10.00 - 18.00

Sunnudag
Stongt

Elvira og Elin eiga nú Skilling

Elvira Thomsen og Elin Miðberg Patursson / Skilling

Skilling í SMS hevur fingið nýggjar eigarar. Elvira Thomsen og Elin Miðberg Patursson hava yvirtikið handilin frá Heidi Arge Poulsen

Tú sært beinanvegin, at teimum dámar væl brillur. Tær hjá Elin eru svartar, bleytt fýrakantaðar og eitt sindur yvir miðal stórar. Brillurnar hjá Elviru eru neonpink-littar, ovalar og nakað minni enn Elinsa. Heidi er í svørtum brillum við meira asymmetriskum sniði.

Tær eiga allar hópin av brillum í alskyns sniðum og litum. Tað liggur jú til høgrabeinið, tá ið tú eigur ein brilluhandil.

Elvira Thomsen og Elin Miðberg Patursson hava fyri stuttum yvirtikið Skilling frá Heidi Arge Poulsen, sum hevur átt handilin í mong ár. Heidi er júst fylt 67 ár og heldur, at hetta var rætta løtan at selja og lata yngru kreftirnar taka yvir.

Stimbrandi umhvørvi

Avgerðin at keypa handilin er sjálvandi stór, men Elvira og Elin kenna seg tryggar við róðrið. Kundaskarin er stórur, og eftir mong ár í handlinum kenna tær kundarnar rættiliga væl og vita, hvat teir vilja hava. Tær ætla at reka handilin í sama anda, men fara tó at leggja okkurt aftrat.

-Tað hevur verið sera gott at starvast hjá Heidi. Serliga hevur hon dugað væl at stimbra fakliga umhvørvið, sigur Elin.

Elvira er samd.

-Heidi hevur altíð verið sera stuðlandi. Hon hevur lagt stóran dent á, at vit kunnu útbúgva okkum víðari á skeiðum í Danmark, og at tú ikki skal vera bangin fyri at læra nakað nýtt, sigur Elvira.

Allar lærdu hjá Synoptik

Elvira hevur starvast hjá Skilling í seks ár. Starvsleiðin byrjaði fyri 22 árum síðan – sum sølufólk í Optikbúðini í Bøgøtu – og seinni fór hon undir útbúgving sum optikari í Danmark. Elvira lærdi hjá Synoptik og fekk prógv í 2010. Har starvaðist hon í nøkur ár, til leiðin gekk aftur til Føroya.

Elin hevur trý ár á baki í Skilling. Hon fór at læra til optikara í 2016, og í fyrstu starvsvenjingini undir útbúgvingini var Elvira vegleiðari hjá henni. Tað var hjá Synoptik í Frederiksberg Centret.

Eisini Heidi var í Synoptik, tá ið hon lærdi til optikara. Hon var útlærd í 1982, og tvey ár seinni kom hon aftur til Føroya at arbeiða í Skilling.

Yvir 100 ár

Optikarayrkið liggur í blóðinum hjá Heidi. 

Abbin, Andreas A. Arge, ið varð kallaður Skilling, yvirtók í 1923 handilin hjá pápabeiggja sínum, Eliesar Arge. Handilin seldi og umvældi ur, klokkur, stell og brillugløs, umframt at hann eisini hevði eftirlit við skipstólum so sum kumpassum og sekstantum. 

Í 1970 yvirtaka synirnir, Jákup Andreas og Dagfinn Arge, Skilling. Heidi yvirtekur í 1996 partin hjá pápanum, og í mong ár reka hon og Dagfinn handilin saman. Dagfinn andaðist í september í fjør. 

So handilin, sum Elvira og Elin nú hava yvirtikið, hevur yvir 100 ár á baki.

Broytingar

Vøruúrvalið hjá Skilling fevnir fyrst og fremst um brillur, linsur, spesiallinsur og sólbrillur. Eisini hevur handilin kikarar og luppar, umframt tænastur so sum sjónarkanningar og at máta trýstið í eygunum. 

Stórar broytingar eru hendar í optikarayrkinum gjøgnum árini.

-Fyrr var arbeiðið meira eitt handverkarafak, har vit arbeiddu nógv á verkstaðnum. Øll gløsini skuldu skerast og síðani slípast við hond. Í dag koma gløsini liðug til handilin, sigur Heidi. 

Nakað av handverksarbeiði skalt tú tó duga sum optikari. Hóast gløsini eru liðug, mugu nøkur skerast og slípast, fyri at fáa tey at passa. Eisini skalt tú duga at umvæla brotnar brillur og fáa gløsini at sita væl aftur.

Hjálpa fólki

Arbeiðið sum optikari er bæði meiningarfult og týdningarmikið.

-Hetta er eitt breitt yrki, og tú hjálpir fólki. Til dømis børnum, sum eru nærsýnt, sigur Elin.

-Vit hjálpa eisini sjúklingum, sum hava fingið álvarsligt mein í eyguni, t.d. fólk sum mangla eina linsu vegna skaða. Við spesiallinsum kunnu vit hjálpa teimum at fáa sjónina aftur, sigur Elvira.

Serliga hjá tannáringum og fólki yvir 40 ár broytast eyguni nógv. Optikararnir mæla til at kanna eyguni regluliga og at skifta brillur umleið 2. hvørt ár fyri at tryggja røttu styrkina. Tað hendir seg javnan, at fólk hava høvuðpínu, tí tey ikki hava varnast, at teimum tørvar brillur. Ella tí at broytingarnar í eygunum hava yvirhálað styrkina í brillum og linsum. 

Sum optikari kanst tú onkuntíð koma í ta støðu, at tú varnast álvarsama sjúku hjá viðskiftafólkum. Tað kann vera eygnasjúka ella krabbaknykil í ella aftan fyri eygað. Tá verður ávísing alt fyri eitt send eygnalækna til nærri kanningar og viðgerð, siga tær.

Tól og skeið

Í optikvinnuni ræður um alla tíðina at fylgja við, bæði við eftirútbúgving og tólum. Starvsfólkini eru ofta á skeið, og javnan útvega tey nýggj kanningar- og viðgerðartól. 

Til várs fær Skilling eitt nýtt tól, har tey kunnu veita viðgerð fyri turr eygu. Nógv fólk hava nevniliga trupulleikar við turrum slímhinnum í eygunum. Summi noyðast upp um næturnar at fáa sær eygnadropar, og tað hendir seg meira enn so, at fólk mugu gevast at brúka linsur, tí eyguni eru so turr. Nýggja tólið veitir ljósviðgerð, sum stimbrar tárakertlarnar at geva meira vætu í eyguni.

Alt er loyvt

Meðan brillumótin fyrr var meira trongur, har flestu brillur líktust, er mótin frælsari í dag. Alt er loyvt. Brillurnar eru kanska nakað størri enn fyri nøkrum árum síðan, og øll snið verða brúkt – eisini fimm- og sekskantaðar brillur. Og litirnir eru sera ymiskir. 

Eins og í mótahandlunum skifta Elvira, Elin og Heidi ofta brillur, soleiðis at kundarnir síggja fjølbroytta úrvalið hjá Skilling. Kundar spyrja ofta eftir brillum, sum tær eru í. Elvira hevur onkuntíð upplivað, at fólk hava rópt yvir um vegin til hennara, at hon hevur penar brillur.

Flestu kundar hava einar brillur, men alsamt fleiri fáa sær einar ella tvær eyka – ofta í øðrum liti ella sniði. Hjá Skilling bjóða tey mongdaravsláttur, tá fólk keypa sær eyka brillur. 

Báðar eru stjórar

Hóast Heidi hevur selt handilin, verður hon verandi í Skilling, har hon fer at arbeiða partstíð. Hetta fegnast Elin og Elvira um, tí hon er góð í ráðum, og nógv viðskiftafólk spyrja eftir Heidi.

Elin og Elvira eru báðar stjórar í Skilling. Samstarvið riggar væl.

Vit líkjast rættiliga nógv av lyndi. Eru tolnar og leggja báðar stóran dent á tað fakliga, siga tær.