Tíðindi
2. umfar av SMS Vox!
16.04.2025
Leygardagin, 19. apríl, kl.15.00 er annað umfar av SMS Vox 2025!
Vit eru so sera fegin um, at vit aftur í ár kunnu skapa karmar fyri ótruliga dugnaliga, og ikki minst listarliga ungdóminum vit hava, og vit klára næstan ikki at bíða, til tey koma á pallin næstu vikuskiftinini.
Eva Maria Brynhildardóttir og Angela Fagranes koma sjálvandi aftur sum vertar í ár, og tær gleða seg ómetaliga nógv.
Finalan er 26. apríl, kl. 15.00
Ein kapping koyrir á okkara Facebook vanga.
Vit gleða okkum so ótruliga nógv at síggja tykkum øll til eitt BRAK av eini tónleikaveitslu!
