Leygardagin, 12. apríl, byrjar fyrsta umfar av SMS Vox 2025!
Vit eru so sera fegin um, at vit aftur í ár kunnu skapa karmar fyri ótruliga dugnaliga, og ikki minst listarliga, ungdóminum, vit hava, og vit klára næsta ikki at bíða, til tey koma á pallin næstu vikuskiftinini.
Eva Maria Brynhildardóttir og Angela Fagranes koma sjálvandi aftur sum vertar í ár, og tær gleða seg ómetaliga nógv!
1.umfar er 12. apríl, kl. 15.00
2.umfar er 19. apríl, kl. 15.00
Finalan er 26. apríl, kl. 15.00
Vit gleða okkum so ótruliga nógv at síggja tykkum øll til eitt BRAK av eini tónleikaveitslu!