Jólanissurnar koma framvið hvønn fríggjadag í desember – fyri jól – og koyra okkurt gott í hosurnar hjá fittu børnunum, sum hava hongt hosur upp í SMS.
Nissurnar geva gávur 6., 13. og 20. desembur. Jólahosurnar verða hongdar upp uppi á balkongini á ovastu hædd frá 18. november.
Pláss er fyri 300 hosum – so tað er um at kvika sær!
SOLEIÐIS GERT TÚ
1. Tak tína egnu jólahosu við í SMS.
2. Kom inn á marknaðardeildina eftir klemmu, bandi og navnaspjaldri.
3. Hong hosu við navnaspjaldri upp uppi á balkongini á ovastu hædd.
4. Fríggjadagar 6., 13. og 20. desember fylla jólanissurnar gávur í hosurnar.
5. Kom eftir gávuni áðrenn næsta fríggjadag, so pláss er fyri nýggjari gávu. Fylt verður bara í tómar hosur.
Seinastu ferð, gávur verða koyrdar í hosurnar, er 20. desember. Minst til at koma eftir hosuni áðrenn 23. desember (tá verður restin burturbeind).
GG* Fyri 3–10 ára gomul børn