Frá 13. til 17. oktobur er heystfrí í SMS.
Heystfrítíðin nærkast, dagarnir styttast og hugnin er í hásæti.
Í SMS hava vit prýtt Torgið og gjørt ein blómuverkstað, har til ber at gera pappírsblómur.
Vit hava eisini krógvað blómur runt í húsinum, so børnini kunnu fara á blómuveiðu. Lepan fært tú á Marknaðardeildini í SMS.
Capri Sun vitjar Torgið fríggjadagin 17. oktobur kl. 15:00-16:00. Tá kanst tú snara hjólinum og vinna spennandi vinningar frá Capri Sun.
Skrá:
Mánadag-fríggjadag kl.10.00-16.00: Blómuveiða
Mánadag- fríggjadag kl.11.00- 16.00: Blómuverkstaður
Fríggjadag kl.15.00-16.00: Capri Sun eydnuhjólið
Síggjast í SMS í heystfrítíðini!