Í nógv ár hevur SMS latið familjum við fíggjarligum avbjóðingum jólahjálp. Endamálið við Jólahjálpini er at lætta um og geva børnum møguleika at fáa eini góð og hugnalig jól saman við sínum kæru. Jólahjálpin frá SMS er serliga ætlað uppihaldarum við børnum. Tilsamans hundrað SMS-gávukort áljóðandi 1.000 kr. verða latin.
Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði. Søkja fleiri enn til ber at veita stuðul, verður Jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava størstu avbjóðingarnar fíggjarliga. Seinasta freist at søkja um Jólahjálp er mánadagin 2. desember á midnátt.
Les meira her.