Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 20.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by
Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

Køkukapping í SMS

04/03/2023 @ 12:30 - 18:00

PÁSKAKØKUKAPPING

Hvør bakar flottastu køkuna og hvør bakar leskiligastu køkuna?

Nú er at finna bakigreiður, hugflog og tilfar fram! Og so er bara at fara í gongd við at píska, røra, baka, smelta, skera, blanda, kóka, køla, smakka, leggja saman og pynta! Vit gleða okkum at síggja og smakka, hvussu væl tit duga at finna uppá.

SMS bjóðar til stóra páskakøkukapping fyri glaðar amatørar á Torginum í SMS leygardagin 4. Mars.

Hetta kanst tú vinna:

  • Vinnarin fyri leskiligastu køkuna, ið smakkar best, fær eina flotta gávukurv við ymiskum kondittaravørum. Virði: 4.000 kr.
  • Vinnarin fyri flottastu køkuna fær eitt SMS gávukort á 2.000 kr.

Vinnararnir fyri 10 tær leskiligastu køkurnar fáa ein gávuposa við ymiskum góðum frá MBM og Damfar.

Treytir:

  • Køkan skal vera ein páskakøka
  • Hon skal innihalda tvær vørur frá Røsku
  • Tú skalt vera amatørur, tað vil siga, ikki hava útbugving sum bakari ella kondittari

Øll, sum luttaka, fáa gávukort á 300 kr frá Miklagarði, tá køkan verður latin inn, leygardagin 4. mars!

Soleiðis luttekur tú:

  • Send uppskrift, sum inniheldur tvær vørur frá Røsku, til: kokukapping@sms.fo, í seinasta lagi hósdagin 23. februar.
  • Lat køkuna inn í SMS leygardagin 4. mars áðrenn kl. 12.30, har mynd verður tikin av køkuni. Síðani verður hon sýnd fram og etin, uhhhmm!

Allir luttakarar eru dulnevndir, til vinnararnir eru kosnir.

Ein professionell dómsnevnd velur køkuna, sum smakkar best.

Í dómsnevndini eru: Malena frá Omaná, Tóra frá Kvinnu og Jákup Sumberg, kokkur

Tú og øll hini, sum vitja SMS henda dagin, velja flottastu køkuna.

Kom og hygg og smakka

Bakar tú ikki, so kom til hugnaliga veitsludagin tann 4. mars kl. 13.00 og smakka allar tær lekkru páskakøkurnar og hjálp okkum at velja ta flottastu køkuna!

Vit gleða okkum til eina rimmar køkuveitslu!

Lýsing

Dagfesting:
04/03/2023
Tíð:
12:30 - 18:00