Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

Notre Dame latið dyrnar upp í SMS

juni 4 @ 10:00 - 18:00

Í dag hevur mótahandilin Notre Dame latið dyrnar upp á ovastu hædd í SMS.

Notre Dame er ikki nakar nýggjur handil, tí hann hevur verið til í fleiri ár, og núverandi eigarin, Nomi Andresen Arge, sum eisini hevur smúkkuhandilin Nomi í SMS, hevur átt handilin í eini 8-9 ár. Higartil hevur handilin hildið til niðri í miðbýnum í Havn, men í dag er so latið upp í SMS.

Klæðir og brúkslutir

Í nýggju, ljósu og innbjóðandi handilshølunum í SMS fáast bæði klæðir til kvinnur umframt brúkslutir.

Nomi Andresen Arge greiðir frá, at Notre Dame selur klæðir bæði til yngri kvinnur og eldri kvinnur.

Talan er um klæðir av merkjunum Karmamia, Rosamunde, Sofie Schnoor og CPH Muse. Eisini fáast skógvar av merkinum Sofie Schnoor.

Notre Dame hevur eisini alskyns brúkslutir, ið fáast til keyps í handlinum. Talan er bæði um pútir, lampur, pottar, teppir og ymiskt annað.

Alt undir einum taki

Sum áðurnevnt hevur Notre Dame hildið til niðri í miðbýnum í Havn í fleiri ár, men harumframt hava tey eisini havt eitt sindur av vøru til sølu í brillu- og smúkkuhandlinum Nomi í Miðlon.

Men Nomi Andresen Arge greiðir frá, at nú hava tey savnað øll klæðini og brúkslutirnar í SMS, og tað fegnast tey um, tí tað er best at hava alt undir einari lon.

Lýsing

  • Dagfesting: juni 4
  • Tíð:
    10:00 - 18:00