Opið í dag 14.00 - 21.00
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by
Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

Ókeypis Navia bindiskeið

februar 29 @ 19:00 - 21:30

Kom til eitt hugnaligt og ókeypis bindiskeið á Torginum í SMS, hóskvøldið 29. feb. kl 19.
Man nýtist ikki at melda seg til. Man møtir bara upp á Torginum í SMS.
Tað er Sára Mrdalo frá Navia, sum kemur at hava bindiskeið á Torginum í SMS. Sára hevur sniðgivið troyggjur í nógv ár fyri Navia og veit tað mesta, sum er at vita um binding.
Sára fer at vísa okkum, hvussu vit binda ymisk strukturmynstur og holmynstur. Eisini fer hon at vísa okkum, hvussu man heklar eina blómu.
At hava við:
– Stokkar nr. 4 – 5 umleið
– Hekklinál nr. 3 – 4
– Hóskandi tógv, minst tveir ymiskar ljósar litir
– Penn og saks
Skeiðið er í 2,5 tímar og ein kaffidussur verður at fáa.
Øll, sum luttaka, fáa eina bindibók frá Navia, bindiuppskriftir og ein avsláttarseðil á 20%, sum er galdandi í eina viku í Navia handlunum!

Lýsing

Dagfesting:
februar 29
Tíð:
19:00 - 21:30