Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

Ólavsøkutiltak

juli 25 @ 13:00 - juli 26 @ 15:00

Aftur í ár skipar SMS fyri tveimum stórum ólavsøkutiltøkum, fríggjadagin 25. juli og leygardagin 26. juli

Ólavsøkan byrjar í ár í SMS við m.a. gandi, góðgæti og ballónum.

kl.14.00 kemur Helle ” Gandadust”, sum er fyrrverandi danmarkarmeistari í barnagandakynstri at vísa stuttlig gandakynstur í SMS. Tað verður ein spennandi gandaframsýning við livandi djórum, nógvum óvæntaðum upplivingum, har áskoðararnir eru við frá byrjan til enda.

Eftir framsýningina fer Helle at gera stuttlig ballóndjór til børnini. SMS skipar á hvørjum ári fyri ólavsøkutiltøkum, og tað hevur verið sera væl vitjað og væl dámt av bæði børnum og foreldrum.

Ólavsøkuskráin 

13:00-15:00 Ókeypis ballónir

14:00 Gandur við Gandadusti

kl.14.30 SMS bjóðar okkurt søtt aftaná tiltakið

Vit í SMS ynskja øllum eina góða ólavsøku.

Lýsing

  • Byrjar: juli 25 @ 13:00
  • Endar: juli 26 @ 15:00