Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 19.00
Miklagarður
09.00 - 19.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by
Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

Skúlabyrjan í SMS

20/08/2022 @ 10:00 - 18:00

Nú stundar til fyrsta skúladag, ið er ein rættiliga stórur dagur hjá børnum flest. Nógv skal gerast klárt til ta stóru løtuna; skúlataskan skal keypast, matpakkin skal gerast klárur, og skúlatroyggjan skal bindast.

SMS vil hjálpa tykkum við tykkara skúlabyrjan. Tí skipa vit fyri einum tiltaki á Torginum leygardagin, 20. august, frá klokkan 10 til 18. Á skránni er lesikrókur, tekniborð, søgur og ikki minst kappingar. Vit bjóða eisini mateskjur, drekkifløskur og eitt stavrað.

 

Skrá:

Kl. 12 og kl. 14, Hjálmar Dam lesur søgu

Kl. 10-16, fá eina ókeypis mateskju, drekkifløsku og eitt stavrað

Kl. 10-18, tekniborð

Kl. 10-18, lesikrókur við einum hópi av bókum frá Bókaklubbanum

 

Haraftrat hava handlarnir gjørt klárt til skúlabyrjan og eru á tremur við nógvum góðum vørum og hugskotum.

Lýsing

Dagfesting:
20/08/2022
Tíð:
10:00 - 18:00