Sera spennandi SMS-Vox sangkapping
Tey bæði næstu vikuskiftini í apríl verður SMS karmur um SMS-Vox-sangkappingina fyri børn og ung, sum eru millum 8 og 15 ár.
Fyrireikararnir siga, at SMS-Vox er ikki bara ein kapping, men eitt stað at fagna teimum musikalsku ungu og tónleikinum.
SMS-Vox gevur teimum ungu møguleika at framføra fyri stórari fjøld av áskoðarum í SMS. Vinnarin framførir haraftrat á Voxbotni, og vinnarin sleppur at royna seg í studio.
Tað verða tvey innleiðandi umfør. Tað fyrra innleiðandi umfarið verður leygardagin 13. apríl klokkan 15.
Dómarar í kappingini vera millum annað: Jens Marni, jórun Gudmundsson, Danny Baldursson, Edith Dahl Jakobsen og Kim Hansen
Tað verða eisini kappingar á Torginum í SMS, har áhoyrararnir hava møguleika at vinna atgongumerkir til Voxbotn og aðrar góðar vinningar.