
Stórt ólavsøkutiltak í SMS
juli 27 @ 13:00 - 15:00

Aftur í ár skipar SMS fyri stórum ólavsøkutiltaki mánadagin 27. juli
Ólavsøka í SMS í ár byrjar við m.a. andlitsmáling, Mist, popkorn og ballónum.
Kl.14.00 kemur Sirkus ZigZag at undirhalda børnum og barnsligum sálum.
Sirkus ZigZag
Tak familjuna við til eina glógvandi framsýning har Jonathan, Andreas og Mona gera akrobatikk, ganda, gykla og taka fjøldina við á sirkusævintýr.
Ólavsøkuskráin
13:00-15:00 Andlitsmáling
13:00-15:00 Ókeypis ballónir
14:00 SirkusigZag
SMS skipar á hvørjum ári fyri ólavsøkutiltøkum, sum hava verið sera væl vitjað og væl dámd av bæði børnum og foreldrum.
Vit í SMS ynskja øllum góða ólavsøku.