Várdagur við góðum tilboðum og undirhaldi
Nú hósdagin, 2. mai, verður afturkomandi og væl umtókta tiltakið, Várdagur, aftur á skránni í SMS.
Handlarnir, sum eru á tremur við nýggjasta vármótanum og várvørum annars, hava opið til langt út á kvøldið, og samstundis verður ein ørgrynna av undirhaldi á skránni á Torginum.
Lagt verður til brots longu fyrrapartin við at bjóða foreldrum, sum eru heima í farloyvi, at koma at lurta eftir Ingibjørg frá tbs.fo, ið fer greiða frá og vísa fyrstuhjálp til tey allar minstu. Øll foreldur kenna óttan fyri, at barnið kann seta í hálsin ella fær fepurkrampa. Millum annað hesum greiðir Ingibjørg frá.
Fyri tey, sum eru eitt sindur eldri, verður eitt áhugavert tiltak kl. 13, tá ið Beate Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista, saman við Ingeborg Vinther, næstforkvinnu í felagnum, Alfred Olsen, nevndarlimi og Eiriki Suna Danielsen, dagligur leiðari í Tilhaldinum í Havn fer at greiða frá og vísa á allar møguleikanar og tilboðini, hvussu mann kann gera lívið sum pensjónistur so gott og ríkt sum gjørligt.
Eftir hetta fer Ólavur Højgaard at syngja nøkur løg
Børnini vera heldur ikki gloymd, tí seinnapartin fer eingin minni enn SMS-Vox-vinnarin, Bjarki, at syngja nøkur løg, og Rógvi Dam kemur eisini á vitjan, og hann fer at framføra ymist fyri teimum smærru. Vit elska so at siga øll eisini tónleik, og nógvur livetónleikur verður at hoyra í SMS henda dagin. Millum teirra, ið fara at syngja, eru Ólavur Højgaard, SMS-Vox-vinnarin Bjarki og Danny og Ingi.
Kahoot-kapping, har øll hava møguleika at vera við, er á Torginum klokkan 21 hóskvøldið, og har ber millum annað til at vinna ferðaseðlar til Paris fyri tvey og SMS-gávukort.
SMS letur dyrnar aftur klokkan 22 hóskvøldið.
Skrá:
Kl. 11: Mini fyrstuhjálparskeið fyri barsilsforeldur
Ingibjørg frá tbs.fo fer at vísa og siga frá teimum minstu.
SMS bjóðar okkurt gott afturvið.
Kl. 13: Sofaprát, sum Beate hevur fyri tey eitt sindur eldri um allar møguleikarnar í lívinum hjá pensjónistum.
Gestir eru Alfred Olsen, Ingeborg Vinther og Eirik Suni Danielsen
Alfred er sera virkin í pensjónistalívinum í Eysturoynni og Ingiborg í Suðuroynni. Eirik Suni er leiðari í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn.
SMS bjóðar okkurt gott afturvið.
Kl. 14: Ólavur Højgaard og vinmenn spæla nøkur løg
Kl. 16: SMS Vox-vinnarin, Bjarki, fer at syngja fyri okkum
Kl. 17: Rógvi Dam gyglar og undirheldur
Kl. 19: Sofaprát við Sølvá Joensen um kost, rørslu, vanabroyting og familjulív. Sølvá er ávirkari og rættiliga sjónlig á sosialu miðlunum har hon mangan vísir á vanligu avbjóðingarnar í gerandisdegnum, og ofta gevur hon góð ráð um, hvussu slepst undan smáum tvístøðum.
Kl. 20: Konsert við Danny og Inga
Kl. 21: Kahoot-kapping, her vinningarnir eru ferðaseðlar til Paris fyri tvey og SMS-gávukort
Síggjast í SMS!