Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by
Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

Várdagur í SMS

03/05/2023 @ 10:00 - 22:00

Várdagur við góðum tilboðum og undirhaldi

Komandi mikudag verður afturvendandi og vælumtókta tiltakið Várdagur aftur á skrá í SMS. Handlarnir, sum eru á tremur við nýggjasta vármótanum og várvørum annars, hava opið til langt út á kvøldið, og samstundis verður ein ørgrynna av undirhaldi á skránni á Torginum.

Langt verður til brots longu fyrrapartin við at bjóða foreldrum, sum eru heima í farloyvi, at koma at lurta eftir hugleiðingum hjá, Súsannu Samró og Marin Eidesgaard um ábyrgdarbýtið í heiminum, eftir at tvey eru blivin til fleiri. Tær báðar hava gjørt eina ritgerð, sum leggur dent á føroysk foreldrapør við smábørnum og ábyrgdarbýtið teirramillum. Tær hava kannað ábyrgd í trimum løgum, “kenslulig”, “felagsskaps” og “moralsk” ábyrgd.

Fyri tey, sum eru eitt sindur eldri, verður eitt áhugavert tiltak seinni um dagin, har Bergtóra Høgnadóttir fer at hugleiða um, hvussu man kann gera lívið sum pensjónistur so gott og ríkt sum gjørligt.

Børnini vera heldur ikki gloymd, tí seinnapartin kemur eingin annar enn sjálvur Bubu á vitjan, og hann fer at framføra ymiskt fyri teimum smærru. Flestøll elska vit eisini tónleik, og nógvur live tónleikur verður at hoyra í SMS hendan dagin. Millum teirra, sum fara at framføra, eru eitt nú Jens Marni Hansen, Páll Finnur Páll og Harmonikutónar.

Ein serlig kapping, har øll hava møguleika at taka lut, verður á Torginum klokkan 19 og 21 mikukvøldið, og har vinnur vinnandi liðið eitt gávukort til SMS við einum virði á heili 2.000 krónum.

SMS letur dyrnar aftur klokkan 22 mikukvøldið.

Skrá:

Kl 11 Hugleiðingar frá Súsonnu og Marini,  til barsilsforeldur, um mentalt arbeiði. Í síni ritgerð um evni mentalt arbeiði í smábarnafamiljum, hava tær kanna ábyrgd í trimum løgum, ”kenslulig”, felagsskaps” og ”moralsk” ábyrgd. SMS bjóðar okkurt gott afturvið.

Kl 13 Hugleiðingar frá Bergtóru, til tey eitt sindur eldri, hvussu pensjonista lívið kan gerast so gott sum møguligt. Bergtóra Høgnadóttir er HR-leiðari  og hevur hollar royndir innan at hjálpa fólki, so lætt sum gjørligt, at byrja – og enda – arbeiðslívið. Og ikki minst  hvat man kan gera fyri at fáa ein góða byrjan uppá pensjónistalívið SMS bjóðar okkurt gott afturvið.

Kl 14 Harmonikufelagið í Havn

Kl 15 Smakkiroyndir á Torginum

Kl 16.30 Bubu undirheldur

Kl 18 Jens Marni Hansen framførur

Kl 19 Kapping á Torginum  – Vinn SMS gávukort á 2000 kr

Kl 20 Páll Finnur Páll spæla

Kl 21 Kapping á Torginum – Vinn SMS gávukort á 2000 kr

Síggjast í SMS!

Lýsing

Dagfesting:
03/05/2023
Tíð:
10:00 - 22:00