Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Eyðun Nolsøe og The Beatles

Mikudagin 15. mai kl. 16.30 fer Eyðun Nolsøe at framføra Beatles løg á Torginum í SMS.

Tað verður á einum palli prýddur sum kendi Cavern Club, so føroyingar kunnu droyma seg burtur til Liverpool eina løtu.

Afturat livandi Beatles løgum er Føroya størsta Beatles framsýning á Torginum við tilfari, sum føroyskir Beatles fjepparar hava savnað saman gjøgnum nógv ár, og møguleiki er eisini at taka mynd frammanfyri Abbey Road við kenda fótgangarateignum.

Tak bestu Abbey Road myndina á Torginum, legg hana út á antin Facebook ella Instagram og frámerk #smsfo, so ert tú við í kappingini um eitt atgongumerki til Tórsfest.