Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
12.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Fá gávu í tína egnu jólahosu í SMS

Jólanissurnar koma framvið hvønn fríggjadag í desember – fyri jól – og koyra okkurt gott í hosurnar hjá fittu børnunum, sum hava hongt hosur upp í SMS.

Nissurnar geva gávur 5., 12. og 19. desember. Jólahosurnar verða hongdar upp uppi á balkongini á ovastu hædd frá 24. november.
Pláss er fyri 300 hosum – so tað er um at kvika sær!


SOLEIÐIS GERT TÚ
1. Tak tína egnu jólahosu við í SMS.
2. Kom inn á marknaðardeildina eftir bandi og navnaspjaldri.
3. Hong hosu við navnaspjaldri upp uppi á balkongini á ovastu hædd.
4. Fríggjadagar 5., 12. og 19. desember fylla jólanissurnar gávur í hosurnar.
5. Kom eftir gávuni áðrenn næsta fríggjadag, so pláss er fyri nýggjari gávu. Fylt verður bara í tómar hosur.

Seinastu ferð, gávur verða koyrdar í hosurnar, er 19. desember. Minst til at koma eftir hosuni áðrenn 23. desember (tá verður restin burturbeind).

GG* Fyri 3–10 ára gomul børn