Tíðindi
Fanga stílin - Sølvá Jansdóttir Joensen
Sølvá Jansdóttir Joensen er 31 ára gomul. Hon er sjálvstøðug vinnurekandi og eigur fyritøkuna SØLVÁ, har hon bjóðar tænastur í heilsu, vanabroyting, kosti og venjing. Haraftrat eigur og rekur hon venjingarmiðstøðina Fullpower í Klaksvík.
Sølvá er eisini mamma tvær gentur, og hennara sporty og avslappaði klædnastílur hóskar væl til ta modernaðu kvinnuna við nógvum jørnum í eldinum.
Sølvá hevur valt sær nøkur pløgg, sum henni dámar, í ymiskum handlum í SMS. Tann frískligi stílurin hóskar væl til festivallookið í summar.