Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Fleiri enn 100 ár á baki

Hóast handilin Skilling er ein sera nýmótans handil at trína inn í, so er Skilling ein av elstu handlum í landinum.

Mangan verður tikið til, at fólk eldast væl. Nakað tað sama kann man siga um handilin Skilling í SMS, tí tað er yvir 100 ár síðani, at handilin varð settur á stovn.

Hava fremstu tøknina

Í dag eru tað tær báðar Elin Patursson og Elvira Thomsen, sum eiga og reka Skilling í SMS. Tær eru báðar útbúnir optikarar og starvaðust báðar í handlinum, áðrenn tær á heysti í 2024 keyptu handilin frá fyrrverandi eigarunum.

Í dag eru tað tilsamans seks fólk, sum hava fast starv í Skilling, og av teimum eru ikki færri enn tríggir optikarar. Harafturat eru eini fimm fólk afturat, sum á ein ella annan hátt eru knýtt at handlinum.

Gera forkanningar fyri eygnalæknar

Hjá Skilling hava tey eisini tætt samstarv bæði við optikaraketuna Nyt Syn, men eisini við ein eygnalækna í Hørsholm, soleiðis at tær hjá Skilling gera forkanningar fyri eygnalæknan, áðrenn føroyingar til dømis fara niður at operera eyguni.

Harumframt kunnu tey hjá Skilling eisini gera spesiallinsur til fólk, sum eygnalæknar her í Føroyum senda til teirra.