Tíðindi
Flogbóltur á frímerkjum
Útgávutiltak verður á Torginum í SMS mánadagin, 24. februar, í sambandi við at Posta gevur út frímerki við flogbólti.
Har verður flogbóltskapping fyri børn við heiðursmerkjahandan kl. 14.30-16.30, myndaframsýning hjá Flogbóltssambandi Føroya, framløga av frímerkjaútgávu kl. 16.30 og forsetin í evropeiska flogbóltssambandinum, Aleksandar Boričić vitjar.
Møguleiki verður at ogna sær frímerkini, sum Suffía Nón hevur sniðgivið, umframt signeraðar bjálvar við frímerkjum á.