Tíðindi
Føðingardagsblaðið úti nú
Í komandi viku verður SMS 43 ár, og í tí sambandi er føðingardagsblað borið út í hvørt hús. Blaðið er á tremur við góðum tilboðum, sum eru galdandi í føðingardagsvikuni 2.-7. novembur. Eisini lata vit eina nátt á Hilton til ein hepnan lesara. Tað er bara at klippa lepan úr og lata hann í kassan, sum stendur á Torginum.
Í blaðnum kanst tú eisini lesa um Súsonnu Danielsen, sum er nýggjur kokkur í Stóragarði og hoyra Gissur Patursson greiða frá nýggja Demmus-handlinum, sum er blivin patur av Skoringen. Høgni Heri Mohr, leiðar í Skálkur Man, og Anja Joensen, leiðari í Gelluni, greiða frá rákum í heyst og vetur, og nógvur góður íblástur er til vetrarmótan. Asloy Winther Johnsen, leiðari í The Body Shop, gevur góð táð til hvussu við skulu ansa eftir húðini í vetur. Eisini er bindiuppskrift til troyggjuna Hagasólja og leskiligar matuppskriftir.
Alt hetta er at finna í tínum postkassa ella her á leinkjuni: