Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Føðingardagsvikan 2.-7.nov.

SMS verður 43 ár í novembur og tað hátíðarhalda vit við eini føðingardagsviku í SMS. Føðingardagsvikan er frá 2. nov. til 7. nov.

Nógv góð tilboð
Allir handlarnir hava nógv góð tilboð hesa vikuna. Tilboðini eru at síggja í nýggjasta SMS blaðnum, sum er borið út í hvørt hús, ella tú kanst lesa blaðið við at trýsta HER.

Vinn, vinn, vinn
Alla vikuna hava vit eisini kappingar í húsinum og á Facebook.
Eitt nú kanst tú vinna eina nátt fyri tvey á einum King kamari við útsýni á Hilton Garden Inn við morgunmati og 3-rætta matskrá við víni og kaffi. Í vinninginum er eisini atgongd til vælveruøkið í ein tíma við uttandura gosbaði, hitarúmi, brúsandi víni og frukt. Tað einasta tú skalt gera er, at fylla lepan í SMS blaðnum út og leggja hann í svarkassan á Torginum. Vinnarin verður funnin, tá ið føðingardagsvikan er av.