Opið í dag 10.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 20.00
Miklagarður
10.00 - 20.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Fólkatingsvalfundur í SMS

Sunnukvøldið 2. juni klokkan 19.00 skipar SMS fyri fólkatingsveljarafundi á Torginum í SMS.

Fundurin verður skipaður við tveimum umførum, har eitt umboð fyri hvønn flokkin luttekur í hvørjum umfari.

Kjakast verður eitt nú um støðuna millum Føroyar og Danmark, búskaparligt frælsi, blokkin, hví vit skulu velja umboð í Fólkatingi og hvat einstøku flokkarnir fara at brúka sessirnar til.

Árni Gregersen stýrir kjakinum og umboðini fyri flokkarnar verða:

Sjálvstýri: Jógvan Skorheim
Fólkaflokkurin: Annika Olsen og Christian Andreasen
Framsókn: Súsanna Olsen & Høgni Sigrunarson Reistrup
Tjóðveldisflokkurin: Hervør Pálsdóttir og Annita á Fríðriksmørk
Javnaðarflokkurin: Djóni Nolsøe Joensen og Jónleif Johannesen
Sambandsflokkurin: Kaj Leo Holm Johannesen og Helgi Abrahamsen

Fundurin verður stroymdur á Facebook síðuni hjá SMS, facebook.com/sms.fo