Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
12.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Føroya Bilasøla á Torginum í SMS!

Hesa vikuna kanst tú hitta Føroya Bilasølu á Torginum í SMS.

Møguleiki verður at síggja ymsar bilar, sum eru á goymslu í løtuni, og samstundis fáa eitt gott bilprát.

Harafturat er Føroya flottasta Harley Davidson komin til landið, og verður sýnd fram alla vikuna. Møguleiki verður sjálvandi fyri at taka selfies við motorsúkkluni.

Vit gleða okkum at síggja tykkum á Torginum í SMS.