Tíðindi
Føroya nýggja matmekka
Hósdagin 26. september kl. 9 letur Miklagarður upp í nýggjum hami. Hetta verður ein handil, við heilt øðrvísi keypsupplivingum, enn vit áður hava sæð í Føroyum. Úrvalið verður enn størri og serligur dentur verður lagdur á, at vøran skal vera so nýggj og fesk sum gjørligt.
Miklagarður hevur nú verið stongdur í 4 vikur, og í meðan hava stórar umvælingar verið í gongd við at gera handilin um og kláran til fleiri og nýggjar vørur. Miklagarður verður eitt sokallað matmekka, har føroyingar fara at fáa so at siga alt teimum tørva á einum stað.