Tíðindi
Føroya Tele letur handil upp í SMS
Mikudagin 29. apríl kl. 10 letur nýggj og stásilig Telebúð upp í SMS. Handilin fer at halda til í hølunum á niðastu hædd millum Miklagarð og Kids Leikur. Í hesum sambandi letur Føroya Tele handilin aftur í miðbýnum í Havn.
Føroya Tele hevur frammanundan Telebúðir í høvuðssætinum í Hoyvík, Klaksvík, Saltangará, á Tvøroyri og flogvøllinum. Hans Jákup Langgaard, stjóri í FT Samskifti, fegnast um nýggja handilin.
– Nýggja Telebúðin verður eins stásilig og hinir handlarnir, og vit fara sjálvandi at leggja stóran dent á at veita øllum eitt gott kundaupplivilsi, sigur Hans Jákup Langgaard og leggur afturat, at nýggi handilin í SMS fer at bøta um atkomuviðurskiftini, ið hava verið ein avbjóðing í miðbýnum.
Mynd: Tekning av nýggju Telebúðini í SMS