Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Føroyskur fótbóltur 40 ár

Í ár eru tað 40 ár síðan Fótbóltssamband Føroya varð sett á stovn. Í tí sambandi verður ein forvitnislig framsýning á Torginum í SMS frá 28. mai til 01. juni.

Á framsýningini verður gjørligt at síggja gamlar myndir frá feløgum úr øllum landinum, gamlar landsliðsdraktir osfr.

Framsýningin verður sett týsdagin 28. mai kl. 16, og tað verður forsetin í FSF, Christian F. Andersen, ið setir framsýningina. Hesar dagarnar verður eisini gjørligt at vinna atgongumerkir til landsdystirnar móti Spania og Norra og til finaluna um løgmanssteypið og somuleiðis nýggjastu landsliðstroyggjuna við at lata spurnarlepa í svarkassan á Torginum í SMS. Eisini koma fótbóltsleikarar at skriva atutografar á Torginum fríggjadagin 31. mai kl. 16-17.