Opið í dag 14.00 - 21.00
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Frírokk við JASMIN

Fríggjadagin 5.apríl kl.17 verður Frírokk í SMS. Hetta er aðru ferð í ár, at Frírokk verður í SMS, og hesa ferðina er tað Jasmin, sum fer at framføra.

Fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaða er Frírokk í SMS. Frírokk er ein røð av ókeypis konsertum á Torginum í SMS, og hetta er onnur konsertin í røðini.

Hendan fyrsta fríggjadagin í apríl, verður tað Jasmin við bólki, sum fer at framføra í SMS. Vegna stórt tiltak á Torginum, fara tey at framføra uttanfyri Power. Tey fara at framføra bæði kend og heilt nýggj løg, eitt nú vælumtóktu løgini ‘Baby Blue’, ‘Make Sense’, ‘Remember’ og nýggjasta lagið ‘Any Other Night’.

Jasmin vann heiðurin sum Ársins Kvinnuligi Sangari til FMA her fyri. Tað verður sostatt gjørligt at hoyra besta kvinnuliga sangara í SMS fríggjadagin 5. apríl kl.17.