Tíðindi
Fyrilestur við Sjónlag
28.01.2020
Geisla- og grástarviðgerð er nakað, sum føroyingar hava roynt seinastu árini við góðum úrslitum.
Fonn Flog hevur samstarvað við Sjónlag í fleiri ár, sum eru serkøn á økinum.
Tann 10. februar heldur Axel Örn Ársælsson frá Sjónlag fyrilestur á Torginum í SMS, har hann fer at greiða frá hvørjir møguleikar eru, um tú vilt sleppa av við brillurnar ella linsurnar.
Mál: Skandinaviskt
Kostnaður: ókeypis atgongd
Í steðginum verður ókeypis drekkamuður at fáa.
Vit síggjast!