Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
12.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Heystdagur í SMS

Hósdagin, 2. oktobur, var aftur vælumtókta tiltakið Heystdagur í SMS. Allir handlarnir høvdu opið til kl. 22.00 og vóru á tremur við nógvum góðum tilboðum. Á Torginum hendi nógv spennandi. Pete With The Beat diskaði lekrar tónar.

Matas bjóðaði millum annað smakkiroyndir, vegleiddu um tær ymisku Matas strípurnar, barbering, hár- og húðrøkt frá Dick Johnson og man kundi eisini royna vørurnar.

Abigail Fríða Winther, sum er kondittari í Omaná, málaði ein leskiligan málning við sjokulátu. 

The Body Shop høvdu eina Makeup Barr, har man kundi koma og læra at tekna brýr og varrar.

Valkyrja Tattoo Studio bjóðaði lítilar flash-snið tattoveringar fyri serprís.

BlómurFráLeu eru papírsblómur sum Lea ger sjálv. Til dagligt kunnu blómurnar keypast í Omaná, men á Heystdegnum vísti Lea, hvussu hon evnar vøkru papírsblómurnar.

Nomi hevði serligt tilboð, har man fekk hol í oyrini fyri 200 kr,-

Hesi matstøðini høvdu eisini lekrar smakkiroyndir, Sushi Dayli, Hornið og Sunset