Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Grannakaffi í SMS leygardagin 18. mars

Kom til eitt hugnaligt tiltak í SMS leygardagin 18. Mars frá kl 13 til 15. Vit bjóða kaffi og kaku og góðan tónleik frá millum annað Herborg og Rakul, Guðrun Sólju og Janus, Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall.

Vit seta bússur á borðini, sum tit síðani kunnu lata eitt oyra í. Peningurin fer óskerdur til Krabbameinsfelagið

Endamálið hjá Krabbameinsfelagnum er at upplýsa um krabbamein, stuðla gransking í krabbameini og hjálpa teimum, sum fáa boðini: ‘Tú hevur krabbamein’. Og at hjálpa teimum, sum eiga tey, sum fáa hesi boðini. Í 44 ár hevur tað borið til hjá okkum at hjálpt. Og tað hevur borið til, tí felagið fær dyggan stuðul. Frá sjálvbodnum. Fyritøkum. Feløgum. Einstaklingum. Takk fyri tykkara áhaldandi stuðul. Hann er grundarlagið undir okkara arbeiði.

Skrá til Grannakaffi leygardagin 18. Mars

Kl 1300 Herborg Torkilsdóttir og Rakul Petersen
Kl 1330 Silvitni
Kl 1400 Guðrun Sólja og Janus
Kl 1430 Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall

Vit bjóða ókeypis kaffi og kaku

Stuðla tiltakinum hava SMS, Hornið og Mylnan