Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Grannakaffi í SMS leygardagin 9. mars

Kom til eitt hugnaligt tiltak í SMS leygardagin 9. Mars frá kl 13 til 15. Vit bjóða kaffi og kaku og góðan tónleik frá millum annað Anna Sofía og Jákup, Lív og Tróndur, Tòrshavnar Manskór og Edtih og Allan. Vit seta bússur á borðini, sum tit síðani kunnu lata eitt oyra í. Peningurin fer óskerdur til Krabbameinsfelagið Endamálið hjá Krabbameinsfelagnum er at upplýsa um krabbamein, stuðla gransking í krabbameini og hjálpa teimum, sum fáa boðini: ‘Tú hevur krabbamein’. Og at hjálpa teimum, sum eiga tey, sum fáa hesi boðini. Í 44 ár hevur tað borið til hjá okkum at hjálpt. Og tað hevur borið til, tí felagið fær dyggan stuðul. Frá sjálvbodnum. Fyritøkum. Feløgum. Einstaklingum. Takk fyri tykkara áhaldandi stuðul. Hann er grundarlagið undir okkara arbeiði. Skrá til Grannakaffi leygardagin 9. Mars Kl 1300 Anna Sofía Skoradal og Jákup Tórgarð Kl 1330 Lív og Tróndur Kl 1400 Tórshavnar Manskór Kl 1430 Edith og Allan Vit bjóða ókeypis kaffi og kaku Stuðla tiltakinum hava SMS, Hornið, tónleikarar, Fípan og Mylnan
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.