Tíðindi
Hans Ravnsfjall framførir Beatles løg
Mánadagin 13. mai byrjar Hans Ravnsfjall Beatles dagarnar við at framføra Beatles løg á Torginum kl.16.30. Tað verður á einum palli við kenda Cavern Club aftanfyri, so føroyingar kunnu droyma seg burtur til Liverpool eina løtu.
Afturat Hans Ravnsfjall er Føroya størsta Beatles framsýning við tilfari, sum føroyskir Beatles fjepparar hava savnað saman gjøgnum nógv ár og møguleiki at taka mynd frammanfyri Abbey Road við kenda fótgangarateignum.