Opið í dag 10.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
10.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by
Skálkur

3. HÆDD

Tel: 31 54 00
Facebook
Instagram
Heimasíða

Mánadag - hósdag
10.00 - 18.00

Fríggjadag
10.00 - 19.00

Leygardag
10.00 - 18.00

Sunnudag
Stongt

Kenda andlitið í Skálki

Hávardur / Skálkur

Hjá teimum, ið vanliga vitja SMS – og kanska serliga Skálk – er Hávardur vorðin eitt rættiliga kent andlit. Í 22 ár hevur hann starvast hjá Skálki.
Hávardur byrjaði hjá Lars Müller í 1999, og byrjanin var ikki løtt. Lítið var av peningi, so teir báðir, Lars og Hávardur, arbeiddu einsamallir saman í fyrstani. Tað var hart arbeiði og drúgvir arbeiðsdagar, um handilin skuldi mala runt. Hávardur greiðir brosandi frá, at hann arbeiddi hjá Lars í trý ár, áðrenn hann spurdi um sína fyrstu feriu. Svarið var sjálvsagt ja, men Lars hvakk við, tí hetta var ikki ein spurningur, sum hann var vanur at fáa.

Skálkur-samtakið varð sett á stovn í 2006, tá ið Lars keypti fleiri handlar. Hávardur gjørdist um hetta mundið leiðari í Skálki.
Um SMS sigur Hávardur, at tað er ein miðdepil í Havnini. Sjálvandi er nógv broytt, síðan Hávardur fór at arbeiða í SMS. Hávardur minnist serliga Perluna, ið fleiri helst minnast sum kafeteriuna í SMS frá 1977-2002. Her plagdu nógv at møtast at fáa sær eina máltíð og hugna sær.

Broytingarnar gjøgnum árini hava tó ikki gjørt tað minni stuttligt at arbeiða undir tí stóra takinum mitt í Havn, tí fólkini, hugnin og tiltøkini hava altíð verið – og eru – við til at seta sín positiva dám á húsið????
Fleiri vilja helst vera við, at tað má vera einstáttað og keðiligt í longdini at arbeiða í sama handli so leingi. Tað heldur Hávardur als ikki. Hóast tað kann tykjast sum tað sama fyri kundan at koma inn aftur í sama handil fleiri ferðir, so er tað slett ikki tað sama fyri starvsfólkini. Nýggj merkir koma út á marknaðin hvønn dag, starvsfólkini eru ymisk og kundarnir við. Hávardur er sera glaður fyri sítt arbeiði. At veita góða tænastu og síggja glaðar og nøgdir kundar er heilt vist tað, ið kveikir alla tíðina, sigur Hávardur.