Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

HETTA HITTAR Í SMS

Nýtt spæl í Rit og Rák í dag!

Kom niðan í SMS hósdagin, og royn spildurnýggja spælið HETTA HITTAR

Í HETTA HITTAR skulu tvey lið kappast um at fáa 4 leitiheiti og 4 littar ráklinjur ella 4 litir á eini lagkøkumynd at samsvara, grundað á, hvussu nógv tey eru googlað.

Evnini eru alt frá kendum tónleikarum til amerikanskar presidentar, drykkjuvørur, ymisk rák og mangt annað. Um tú minnist nær øll áttu hvør sín fidget spinnara, nær vit byrjaðu at taka selfies, nær teir ymsu filmirnir hjá Tom Cruise komu út ella nær Any Winehouse lat lív, so kann tað hjálpa tær á vegnum. Evnini eru sera ymisk og heimsrákini hava verið sera ymisk, so her kunnu øll ung og vaksin onkursvegna vera við. 

HETTA HITTAR er eitt samveruspæl til 2-6 spælarar, sum tey flestu gerast bitin av uppá stutta tíð. Spælið tekur bert 20-30 min at spæla, so tað er skjótt at taka fram og leggja frá sær aftur.

HETTA HITTAR kostar 395 kr.