Handlar
10.00 - 19.00
Miklagarður
09.00 - 19.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Heystdagur í SMS

Hósdagin 2. oktobur er vælumtókta tiltakið Heystdagur í SMS. Allir handlarnir hava opið til kl. 22.00 og eru á tremur við nógvum góðum tilboðum.

Torgið

Frá kl.18.00 – 22.00 er nógv spennandi á torginum

 Pete With The Beat diskar lekrar tónar.

Matas: Smakkiroyndir av ymsum kostískoyti. Til ber at fáa vegleiðing og royna ymsar vørur til hárið frá Matas strípum. Vegleiðing í barbering, hár- og húðrøkt frá Dick Johnson, har tit eisini hava møguleika at royna vørurnar.

Omaná: Abigail Fríða Winther, sum er kondittari í Omaná, málar ein leskiligan málning við sjokulátu á Torginum. Kom og forvitnast og fá góð hugskot um, hvussu tú kanst prýða við sjokulátu heima. 

The Body Shop: Ókeypis Makeup Barr! Kom og lær at tekna brýr og varrar. Eisini bjóða tey 20% av øllum vørum í handlinum allan hósdagin.

Valkyrja Tattoo Studio gleða seg at vera við í Heystdagar í SMS!

Har vera lítil flash-snið at velja í, ið koma at kosta millum 700kr-1500kr.

Heimagjørdar totebags vera til sølu fyri 200 kr.

GG Minnist til, at tað er strangt 18 ára aldursmark at verða tatoverað/ur.

BlómurFráLeu: Kunnu keypast í Omaná, men á Heystdegnum fer Lea at vísa, hvussu hon evnar vøkru papírsblómurnar.

Nomi: Serligt tilboð, har man far hol í oyrini fyri 200 kr,-

Skrá á Torginum
Kl:18.00 -19.00 Nomi, Valkyra, The Body Shop, BlómurFráLeu og Omaná  

Kl:19.00 -20.00 Matas, Valkyra, The Body Shop, BlómurFráLeu og Omaná  

Kl:20.00 -21.00  Nomi, Matas, Valkyra, The Body Shop, BlómurFráLeu og Omaná 

Kl:21.00 -22.00 Valkyra, BlómurFráLeu og The Body Shop

Hesi matstøðini hava eisini lekrar smakkiroyndir

Sushi Dayli
18:00 – 18:30
Sushi smakkiroyndir

Hornið
18:00 – 19:00
Smakkiroyndir av jólmatskránni, sum tú kanst fáa út úr húsinum.

Sunset
19:00 – 20:00
Mexican cheese snacks smakkiroyndir

Vit síggjast í SMS