Tíðindi
Heystdagur í SMS
16.09.2026
Hósdagin 1. oktobur, verður vælumtóka tiltakið Heystdagur í SMS. Tá hava allir handlarnir opið til kl. 22.00 og eru á tremur við nógvum góðum tilboðum, og eisini verður mótasýning á Torginum.
Mótasýningin verður kl. 20.00. Handlanir fara at sýna fram nýggjasta heyst- og vetrarmótan 2026. Eins og undanfarnu ár, verður tað ein mótasýning við samansettum showi við tónleiki, pallseting og nýggjasta mótanum.
SMS hevur opið frá kl. 10.00-22.00 og tilboðini eru galdandi allan dagin!
Skrá:
Kl. 10.00: SMS letur upp við góðum tilboðum
Kl. 20.00: Mótasýning
Kl. 20.30: Lekkrir tónar verða diskaðir av Beintu Hareldsen
Vit síggjast í SMS!

