Tíðindi
Heystfrí í SMS
8.10.2026
Frá 12. til 16. oktobur er heystfrí í SMS.
Heystfrítíðin nærkast, dagarnir styttast og (ó)hugnin er í hásæti.
Í SMS hava vit prýtt Torgið og gjørt ein (ó)hugnaligan verkstað, har til ber at evna Halloween prýði.
Verkstovan er burðardygg – so vit heita á øll um at taka sína egnu glaskrukku við at prýða.
Spøkilsi hava eisini krógvað seg runt í bygninginum, so børnini kunnu fara á spøkilsisveiðu. Lepan til veiðuna fært tú á Torginum í SMS.
Skrá:
Mánadag-fríggjadag kl.10.00-16.00: Spøkilsisveiða
Mánadag- fríggjadag kl.10.00- 16.00: (Ó) hugnaligur verkstaður
Síggjast í SMS í heystfrítíðini – um tit tora!

