Tiltøk
Heystfrí í SMS
Frá 11. til 15. oktobur
So er heystferia, og vit hava nógv spennandi á skránni í SMS.
Sjónleikur, barnamótasýning, lesikrókar, Angela & Hannibal, gávuposar, lær lívbjargandi fyrstuhjálp og mangt annað.
Týsdag, mikudag og hósdag
Kom og sig eina søgu kl. 14 og 16 á Torginum í SMS
Hjálmar Dam og Kristian Pauli Ellefsen frá Tjóðpallinum koma at vitja okkum í SMS, har tey fara at gera sjónleik, hvar TÚ kann verða við at fortelja søguna.
Harumframt verður lesikrókur og kreativ borð.
Fríggjadagur
Kom og bjarga lívi á Torginum kl 12.00!
Børn kunnu taka bamsuna ella dukkuna við og læra fyrstuhjálp.
Reyði Krossur, umboð frá LS, Renn fyri lívi og bjargingarfeløg læra, hvussu man gevur lívbjargandi fyrstuhjálp og at brúka hjartstartara.
Leygrdagur
Angela og Hannibal vitja okkum í SMS kl 15.00, eisini verður festlig barnamótasýning.
Øll børnini fáa gávuposar eftir mótasýnininga.
Síggjast í SMS í heystferiuni!