Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Hjálparfólk til Demmus

Demmus fer í næstum at byggja um, og tí tørvar okkum hjálparfólk at arbeiða í handlinum.

Vit bjóða eitt spennandi starv, her tú fert at arbeiða við mótaskóm og leiðbeina kundar okkara til at taka ta røttu avgerðina. Tú verður partur av einum góðum og fryntligum starvsfólkaliði, her dentur verður lagdur á góða tænastu og góðar upplivingar hjá kundum okkara.

Grundreglan hjá Demmusi hevur altíð verið: “Besta tænasta fyri rættan kostnað”, og tí vænta vit av okkara starvsfólkum, at tey eru fyrikomandi, ágrýtin og tænastusinnað.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, tó mest seinnapart og umleið 20-30 tímar um vikuna, og upplæring er sjálvandi við.

Starvsbyrjan er væntandi 1. oktobur.

Hevur tú áhuga fyri hesum, kanst tú seta teg í samband við Gissur á telefon 213535 ella skriva nøkur orð um teg sjálva/-n til gissur@demmus.fo.