Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Huldusúkkling byrjar í SMS

Kom við til Huldusúkkling har vit prýða okkum sjálvi og súkklunar við perum, knekkljósum og øllum, sum lýsir og skínur!

Vit byrja í parkeringskjallaranum í SMS kl. 16.30 við at gera okkum og súkklurnar til reiðar. Rent-a-bike og Súkkluverkstaðið hjá Gunnari verða til staðar, at leggja lag á.

Eisini verður ein súkklubani, har tú kanst royna tínar súkklusnildir, áðrenn vit fara út at súkkla.

Súkklurekkjukoyringin súkklar eina rundu í parkeringskjallaranum, oman í miðbýin, niðan aftur, kring SMS og inn aftur í parkeringskjallaran, har lutakast verður um góðar vinningar millum øll tey luttakandi.

Tiltakið er ókeypis, men tað er neyðugt at melda seg til á heimasíðuni hjá Visit Tòrshavn.

https://www.visittorshavn.fo/fo/

Vit vilja heita á øll, sum luttaka, at nýta hjálm.

Skrá:
Kl. 16.30 – Vit gera okkum til reiðar
Kl. 17.30 – Vit súkkla rekkjusúkklukoyring
Kl. 18.00 – Lutakast um góðar vinningar
Kl. 18.15 – Liðugt

Lat okkum saman seta ljós á býin!

Samstarv við Visit Tórshavn

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.