Opið í dag 10.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
10.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Hundraðtals børn og vaksin fagnaðu Reiley

“Tað er fantastiskt at síggja so nógv fólk og merkja uppbakningin,” segði Reiley, tá hann stóð á pallinum í SMS í dag og bleiv stórfagnaður

Í dag kom Melodi Grand Prix-vinnarin, Reiley, aftur til landið.
Sigurin hevur tryggjað Reiley luttøku í Eurovision-sangkappingini í Liverpool í mai.
Reiley, sum eitur Rani Petersen, er fyrsti føroyingur, ið nakrantíð er við í Eurovision-sangkappingini sum solistur. 
Hundraðtals børn og foreldur teirra vóru møtt upp í SMS í dag at fagna føroysku poppstjørnuni.
Fagnaðurin byrjaði longu umborð á flogfarinum til Føroya fyrrapartin og á flogvøllinum, tá flogfarið hevði sett seg.

Kelda: Kringvarp Føroya