Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 19.00
Miklagarður
09.00 - 19.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Insito í SMS

Hósdagin 26. september kl. 10 letur nýggi handilin, Insito, upp í SMS. Í tí sambandi verður bjóðað vælkomudrykkur, góðbitar og gávuposar til tey fyrstu. Eisini verða nógv góð upplatingartilboð í handlinum, sum eru galdandi alt vikuskiftið ella so leingi nakað er eftir.

Insito er nýggjur handil í SMS, men er ikki nýggjur uttanfyri SMS. Tað er Sigrun Johannnesen, sum eigur og rekur Insito, og hevur gjørt tað í fleiri ár á Toftum, men letur nú eisini upp handil í SMS.

Í Insito fært tú klæðir og tilhoyri bæði til ta ungu og meira tilkomnu kvinnuna við merkjum sum Ze-Ze, Noisy May, Duffy, Sisters Point, SuperDry, Re:Designed, Ivylee o.a.

Komið framvið Insito hósdagin 26. september og bjóðið nýggja handlinum vælkomnum.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.