Tíðindi
Jazzdagur í SMS
Í samband við at tað er altjóðar jazzdagur týsdagin 30. mai, fara Edith Dahl Jakobsen og Leivur Thomsen á pall í SMS kl. 16.00.
Edith og Leivur kennast frá musikkskúlanum, har tey bæði undirvísa. Tey hava sligið seg saman at spæla eldri og kend jazzløg á einfaldan hátt: Gittar og sangur.
Á skránni verða sangir, ið eitt nú Ella Fitzgerald, Billie Holiday, Nina Simone og fleiri hava sungið gjøgnum tíðina.