Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Jóhan og SMS eru javngomul

 At fylla sama dag sum SMS hevur givið bæði stuttligar upplivingar og góðar gávur, sigur 45 ára gamli Jóhan. Hann er føddur sama dag, sum SMS læt upp fyrstu ferð 

Mikudagin 2. november í 1977 varð fuglfirðingurin, Jóhan Johannesen, føddur á Landssjúkrahúsinum.  

Júst hesin dagurin skuldi geva honum eitt heilt serligt samband við SMS, tí í veruleikanum sóu tey bæði dagsins ljós fyrstu ferð júst henda dagin fyri 45 árum síðan. Jóhan og SMS eru sostatt púra javngomul. Og tað hevur ikki verið keðiligt. Tvørturímóti! 

At hava sama føðingardag sum SMS hevur verið heilt stuttligt, heldur Jóhan. Gjøgnum árini hevur hann fingið fleiri gávur og stuttligar upplivingar burturúr.  

Ringdi til Hans 

Fyrstu árini fekk hann gávu hvørja ferð, hann hevði føðingardag.  

– Tað kundi vera ein peningagáva ella eitt nú ein kassabilur, greiðir Jóhan frá. 

Soleiðis var tað heilt tíðliga í lívinum, at hann gjørdist tilvitaður um, at hann og SMS høvdu nakað serstakt í felag. Men eitt árið varnaðist hann, at okkurt var ikki, sum tað plagdi. 

– So hvørt sum eg bleiv varugur við hetta, fann eg útav, at eg um hetta mundið onga gávu hevði fingið eina tíð. Eg má nokk hava verið 5-6 ára gamal. So eg ringdi til Hans Mortensen og nevndi hetta fyri honum. Hann tók meg í størsta álvara og flutti mær 10.000 krónur. 

Upp á pallin 

Jóhan minnist eisini 15 ára føðingardagin, har hann fór úr Fuglafirði til Havnar. 

– Mamma og eg fóru við bussi til Toftir og síðani við Dúgvuni til Havnar. Tá bleiv eg boðin upp á pall í SMS, har gandakallar stóðu og vildu hava meg at brenna tveir brævbjálvar av trimum. Eg brendi sjálvandi tann við peningagávuni í og fór tómhentur heim. Nei, tvassa. Har vóru sum vant nakrar túsund krónur í, sigur Jóhan. 

25 ára føðingardagurin fór heldur ikki aftur við borðinum. Tá varð hann boðin á skrivstovuna hjá Hans Mortensen, sum ynskti til lukku, og eisini tá fekk hann gávu. 

– So SMS hevur forkelað meg, so tað baskar, slær Jóhan fast. 

SMS vakti áhuga fyri sølu 

Í dag býr Jóhan Johannesen í Danmark, har hann hevur hús, konu og trý børn.  

Dagliga starvast hann hjá altjóða fyritøkuni, Schneider Electric, ið ger tøkniligar loysnir til fyritøkur um allan heimin, eitt nú fiskivinnu, alivinnu og verksmiðjur av ymsum slag. Fyritøkan leggur dent á grønar og orkusparandi loysnir. 

Jóhan hevur ábyrgdina av lyklakundunum í m.a. Íslandi og Danmark.  

Honum dámar sera væl at arbeiða við sølu, og sjálvur heldur hann, at hetta serliga sambandið við SMS eigur sín týðandi lut í, at hann fekk áhuga fyri sølu og handli.